1 Gildisøki
1.1 Viðskiftatreytirnar hjá Sp/f Skift eru, um ikki onnur skrivlig avtala er gjørd, galdandi fyri allar uppgávur, sum vit átaka okkum. Skift er skipað sum smápartafelag. Skrásetingarnummar: 8914 og V-tal: 676276.
2 Um avgreiðslu av arbeiði hjá Skift
2.1 Skift greinar ítøkiligu uppgávuna í samstarvi við kundan og sambart avtalu. Er neyðugt at tillaga uppgávuna, verður hetta avtalað við kundan so hvørt.
2.2 Skift útflýggjar kundanum frumskjøl, tá málið er liðugt avgeitt, og vit goyma egin málsskjøl í mesta lagi 5 ár og einans talgilt.
3 Kostnaður v.m.
3.1 Skift ásetir kostnaðin fyri umbiðna tænastu eftir nærri avtalu við kundan og út frá eini samlaðari meting.
4 Tagnarskylda og gegni
4.1 Øll starvsfólk hjá Skift eru fevnd av tagnarskyldu. Tagnarskyldan fevnir um innihald í einum máli, og hvat málið snýr seg um, eins og um upplýsingar annars, ið eru latnir Skift, frá kundandum og um kundan.
4.2 Skift hevur mannagongdir, sum tryggja, at vit ikki koma í áhugamáls- ella loyalitetsstríð tá vit átaka okkum eina uppgávu.
5 Ábyrgd, ábyrgdaravmarking og trygging
5.1 Skift hevur endurgjaldsskyldu eftir vanligu føroysku reglunum um endurgjald fyri avleiðingar av feilum, sum kunnu koma fyri í arbeiðinum hjá starvsfólki felagsins.
5.2 Ábyrgdin er ikki galdandi fyri arbeiði hjá øðrum ráðgevum, sum vit eftir avtalu við kundan hava latið avgreiða partar av uppgávuni, ella som kundin hevur gjørt avtalu við eftir okkara tilvísing.
5.3 Skift hevur ábyrdartrygging.
6 Boðgeving v.m.
6.1 Boð eru einans galdandi saman við váttan um fígging frá fíggingarstovni. Boð, ið eru latin (fullfíggjað) Skift, eftir kl. 16.00 gerandisdagar, eru galdandi frá kl. 10.00 fyrsta yrkadag eftir. Til ber ikki at bjóða við freist leygar-, sunnu- og halgidagar.
6.2 Virkistíð hjá Skift er mána- til og við fríggjadag, millum kl. 10:00 og 16:00.
7 Ósemjur
7.1 Ósemjur millum kundan og Skift skal verða loyst sambært galdandi lóg í Føroyum og við Føroya Rætt.