Tænastur

Í Skift hava vit fleiri ára royndir við keyp og sølu av fastogn, bæði við privatum ognum og vinnuognum. Vit kunnu ráðgeva tær við týðandi viðurskiftum innan keypið. Hevur tú møguliga tørv á eini húsaskoðan og/ella ognarskiftistrygging? So kunnu vit hjálpa tær við hesum. Vit ráðgeva tær eisini bæði í samband við keypið – og eftir keypið. Vit kunnu ráðgeva tær allanvegin ígjøgnum tilgongdina, so keypið verður mest sum ein avgreiðsluspurningur.

Hevur tú tørv á eini virðismeting? Tað kann vera í samband við innanhýsis sølu, gera eitt búgv upp ella okkurt heilt triðja.

Vit gera virðismetingar av bæði privat- og vinnuognum. Skalt tú hava eina virðismeting, so kunnu vit loysa uppgávuna fyri teg.

Hevur tú funnið ein keypara og vilt hava søluna avgreidda? 
Í Skift eru vit serfrøðingar innan økið og kunnu hjálpa tær við tí praktiska. 
Vit hava nógva vitan um keyp og sølu av fastogn, og kunnu ráðgeva tær, so sølan bert er ein avgreiðsluspurningur.

Vit veita ráðgeving um týðandi viðurskifti áðrenn keyp, tørv á húsaskoðan, møguleika fyri at tekna eina ognarskiftistrygging og onnur viðurskifti, ið tú møguliga ivast í.

Hevur tú tørv á einum skeyti. Vit átaka okkum at skriva tað, fáa tað tinglýst, avgreiða fíggjarligu viðurskiftini og veita ráðgeving um týðandi viðurskifti í samband við keypið/søluna.

Set teg í samband við okkum

+298 200 950 ella á [email protected]