Dátuverndarkunning til viðskiftafólk hjá Sp/f Skift

Í Sp/f Skift, hereftir nevnt Skift, viðgera vit persónsupplýsingar, sum eru neyðugar fyri av vit kunnu veita tær tænastur í sambandi við ráðgeving um keyp og sølu av fastogn, ella aðra tænastu í hesum sambandi, ið vit veita fyri at halda okkara avtalu við teg.

Inngangur

Í Skift virða vit tín persónliga integritet. Endamálið við hesi dátuverndarkunning er at kunna teg um hvussu vit savna og viðgera tinar persónsupplýsingar, og hvørji rættindi tú hevur í hesum sambandi.

Dátuverndarkunningin er galdandi fyri

  • viðskiftafólk okkara,
  • fólk, ið móttaka talgild ella fysisk skriv, eitt nú samstarvsavtalur, sølutilfar og annað relevant tilfar,
  • vitjandi á heimasíðum, appum og sosialum miðlum hjá Skift,
  • tey, ið luttaka í marknaðarføringsátøkum, kappingum og ymiskum kanningum og
  • fólk, ið á annan hátt koma í samband við okkum eitt nú umvegis kundatænastu okkara, keyparasavn okkara ella í samband við vanligt kundasamband, framsýningar av ognum o.a.

Vit hava sett okkum sum mál, at tú skalt føla teg tryggan og vísan í, at tín persónligi integritetur verður virdur, og at tínar persónsupplýsingar verða viðgjørdar lógligt og sambært dátuverndarlógini.

Dátuverndarkunningin er alment galdandi fyri okkara viðgerð av persónsupplýsingum. Um tú í sambandi við nýtslu og/ella keyp av tænastum/vørum okkara ella í øðrum sambandi móttekur aðrar upplýsingar um viðger av persónsupplýsingum enn upplýst í hesi dátuverndarkunning, so galda hesar ítøkiligu upplýsingar fram um hesa dátuverndarkunning.

Hvørjar persónsupplýsingar viðgera vit um teg og við hvørjum endamáli?

Vit skráseta og brúka ymisk sløg av persónsupplýsingum, alt eftir hvørja tænastu tú umbiður ella ert áhugað/ur í.

Tá ið tú keypir tænastur okkara

Tá ið tú keypir tænastur hjá okkum, viðgera vit eitt nú persónsupplýsingar, t.d. navn, teldupostadressu o.a. Í onkrum førum hava vit eisini tørv á at viðgera p-tal, kontonummar og onnur fíggjarviðurskifti í sambandi við keyp og sølu av fastogn.

Persónsupplýsingarnar verða viðgjørdar við hesum endamálum:

  • At veita tær ta tænastu, tú sambært avtalu hevur umbiðið.
  • At veita tær møguleika til aðrar ískoytistænastur, t.d. atgongd til keyparasavn hjá Skift, soleiðis at tú kanst fáa upplýsingar sum tú, sbrt. tínum ynskjum í keyparasavninum, ynskir.
  • Til marknaðarføring, eitt nú umvegis teldupost, tá ið tú hevur givið samtykki til tess.
  • At framleiða anonymiserað hagtøl um hvussu tænastur hjá Skift verða brúktar.
  • At fremja ymsar kanningar, eitt nú kundakanningar, marknaðarkanningar o.a.
  • At halda við líka, menna, kanna og betra um tænasturnar hjá Skift og talgildu pallarnar, har tænasturnar verða veittar.
  •  
  • At umsita eina sølu ella eitt keyp av fastogn ella tænastum í hesum sambandi.

Tá ið tú brúkar ávísar tænastur

Tá ið tú brúkar onkrar av tænastum okkara, eitt nú tekur sølutilfar niður, meldar teg í keyparasavnið, umbiður eina framsýning ella bjóðar uppá eina ogn, viðgera vit navn, telefonnummar, teldupost, bústað, serlig ynskir, fíggjarviðurskifti o.a. av týdningi, fyri at veita tær eina so góða tænastu sum gjørligt.

Persónsupplýsingarnar verða viðgjørdar við hesum endamálum:

  • At syrgja fyri, at tú, sum brúkari, fært neyðugu ráðgevingina, so ein søla ella eitt keyp av fastogn, einans skal tykjast sum ein avgreiðsluspurningar fyri teg sum brúkara.

Tá ið tú vitjar okkara talgildu pallar

Tá ið tú vitjar okkara talgildu pallar, savna vit tær upplýsingar, sum tú sjálv/ur hevur tøppað inn, eitt nú teldupost, telefonnummar, navn, bústað, serlig ynski og annað, ið tú møguliga hevur upplýst við skráseting í keyparasavnið hjá Skift, eins og við at “dáma”/”fylgja” SoMe hjá Skift.

Vit kunnu eisini viðgera upplýsingar um tína nýtslu á okkara talgildu pallum, eitt nú um tú skrásetur teg í okkara keyparasavn, heintar sølutilfar ella bjóðar uppá eina ogn, umframt tekniskar dátur um tær eindirnar tú brúkar til at fáa atgongd til talgildu pallarnar, eitt nú IP-adressu, og slag av brovsara.

Heimasíðan hjá Skift – www.skift.fo – , nýtir farspor (cookies), fyri at hon skal virka, sum hon skal. Persónsupplýsingar viðgjørdar við hesum endamálum:

  • At kunna veita tænastu okkara á talgildu pallunum.
  • At  veita tær teldu tænastuveiting (support) í sambandi við spurningar ella møguligar trupulleikar.
  • Til marknaðarføring, eitt nú umvegis teldupost, tá ið tú hevur givið samtykki til tess og til sendingar við ongari tilskrift.
  • At framleiða anonymiserað hagtøl um hvussu tænastur hjá Skift verða brúktar.
  • At tryggja høga góðsku við at stýra, menna og kanna okkara KT skipanir.
  • At ansa eftir, forða og stríðast móti KT trygdarálopum sum eitt nú virusálopum.

Tá ið tú luttekur í marknaðarføringsátøkum, kappingum og kanningum

Um tú tekur lut í kappingum, kundakanningum og øðrum marknaðarføringsátøkum, sum vit skipa fyri, viðgera vit eitt nú samskiftisupplýsingar, títt íkast til kappingar, sjónarmið, ynskir og aðrar persónsupplýsingar, sum tú hevur upplýst.

Persónsupplýsingarnar verða viðgjørdar við hesum endamálum:

  • At kunna standa fyri marknaðarføringsátakinum, kappingini ella kundakanningini, m.a. fyri at kunna venda aftur til tín við møguligum úrslitum og/ella vinningum.
  • At upplýsa teg um og bjóða tær at taka lut í nýggjum kappingum og kundakanningum, treytað av at tú hevur givið samtykki hesum viðvíkjandi frammanundan.
  • Til marknaðarføring, eitt nú umvegis teldupost, tá ið tú hevur givið samtykki til tess og til sendingar við ongari tilskrift.
  • At framleiða anonymiserað hagtøl um hvussu tænastur hjá Skift verða brúktar.
  • At halda við líka, menna, kanna og betra um tænasturnar hjá Skift og talgildu pallarnar, har tænasturnar verða veittar.

Tá ið tú á annan hátt samskiftir við okkum

Tá ið tú setur teg í samband við okkum, eitt nú umvegis keyparasavnið á heimasíðuni, viðgera vit upplýsingar um teg. Um tú vitjar okkum ella samskiftir við okkum umvegis sosialu miðlar okkara – Facebook ella Instagram – móttekur Skift eisini upplýsingar um teg.

Persónsupplýsingarnar verða viðgjørdar við hesum endamálum:

  • At samskifta við teg og umsita títt mál og/ella fyrispurning í sambandi við samskifti umvegis kundatænastuna, teldupost og sosialu miðlar okkara.
  • At framleiða anonymiserað hagtøl um hvussu tænastur hjá Skift verða brúktar.
  • At halda við líka, menna, kanna og betra um tænasturnar hjá Skift og talgildu pallarnar, har tænasturnar verða veittar.

Tú kanst lesa nærri um hvussu Meta Platforms, Inc., sum eigur bæði Facebook og Instagram, viðgerð persónsupplýsingar her og teirra brúk av farsporum her.

Hvaðani koma tínar persónsupplýsingar?

Skift fær oftast upplýsingar um teg beinleiðis frá tær sjálvum, eitt nú tá ið tú skrásetur teg til eina av okkara talgildu skipanum, umbiður eina framsýning, sølutilfar ella aðra tænastu. Um vit savna upplýsingar um teg frá øðrum enn frá tær sjálvum, verður tú kunnaður um endamálið og heimildina hjá okkum hesum viðvíkjandi. Tá ið tú eitt nú skalt keypa/selja eina fastogn, viðgera vit upplýsingar um teg frá peningastovnum, landsfólkayvirlitinum og møguliga tínum orkuveitara ella eigarafelagi.

Eisini savna vit upplýsingar um teg, tá ið tú brúkar talgildu tænastur okkara sum t.d. heimasíður og appir. Tá verða farspor nýtt, fyri at vit kunnu gera hagtøl yvir nýtslu av okkara tænastum og harvið eisini betra um tænastu okkara.

Hvussu leingi goyma vit tínar persónsupplýsingar?

Vit goyma tínar upplýsingar, so leingi sum tað er neyðugt 1) fyri at náa endamálinum við viðgerðini, 2) fyri at halda eina avtalu við teg, 3) tá ið Skift hevur heimilað áhuga í hesum ella 4) fyri at halda eina rættarliga skyldu, sum Skift hevur. Eftir hetta strika vit tínar persónsupplýsingar. Tað er sostatt serliga endamálið við viðgerðini og varðveitingini, ið avgerð hvussu leingi vit goyma persónsupplýsingar.

Vit goyma vanliga altíð tínar upplýsingar so leingi vit veita tær eina tænastu. Tá tíni viðskiftaviðurskifti enda, goyma vit vanliga tínar upplýsingar í 5 ár eftir hetta. Hetta er serliga í sambandi við at uppfylla okkara skyldur í mun til galdandi lógir, t.d. lóg um keyp og sølu av fastogn o.a., hvítvasklógina o.s.fr.

Heimildargrundarlag okkara at viðgera tínar persónsupplýsingar?

Skift viðger persónsupplýsingar sambært ásetingum í eitt nú.

  • løgtingslóg nr. 80 frá 7. juni 2020 um vernd av persónsupplýsingum (dátuverndarlógin)
  • lóg um keyp og sølu av fastogn o.a.
  • lóg um brúkaravernd í sambandi við keyp og sølu av fastogn o.a.
  • lóg um at keypa fastogn í Føroyum (útlendingar)
  • hvítvasklógina
  • skattalógina
  • bókhaldslógina
  • dátuverndarlógina

Skift viðger altíð tínar upplýsingar í samsvar við galdandi lóg. Ítøkiliga heimildin fyri okkara viðger er oftast ein av hesum:

  • Dátuverndarlógin § 8, stk. 1, nr. 3 – viðgerðin er neyðug fyri at halda eina rættarliga skyldu hjá Skift

Um Skift hevur tørv á at viðgera persónsupplýsingar um teg við einum endamáli, ið krevur samtykki frá tær, so verður tú biðin um at samtykkja hetta, áðrenn vit viðgera hesar persónsupplýsingar. Heimildin fyri hesum er dátuverndarlógini § 8, stk. 1, nr. 1.

Skift vil helst sleppa undan at viðgera viðkvæmar upplýsingar um húðarlit, ættarslag ella etniskan uppruna, politiska, átrúnaðarliga ella heimspekiliga sannføring ella yrkisfelagsligt tilknýti eins og viðgerð av ílegudátum, biometriskum dátum við tí endamáli eintýtt at eyðmerkja ein persón, heilsuupplýsingum, upplýsingum um kynslig viðurskifti, revsiverd viðurskifti ella upplýsingar um munandi sosialar trupulleikar og onnur heilt privat viðurskifti. Um tú sjálv/ur letur okkum hesar upplýsingar, t.d. í einum telduposti ella øðrum samskiftispallum, strika vit hesar skjótast gjørligt, uttan so at hesar upplýsingar eru neyðugar fyri viðgerðina, t.d. í sambandi við eitt mál um endurgjald/reklamatión, og at tað er neyðugt at goyma hesar upplýsingar til málið er endað. Í slíkum førum er heimildin fyri viðgerðini í dátuverndarlógini § 12, stk. 1, nr. 7, um viðgerðin er neyðug fyri at rættarkrav kann sannast, gerast galdandi ella verjast.

Hvussu verja vit persónsupplýsingarnar?

Skift syrgir fyri, at trygdin viðvíkjandi tínum persónsupplýsingum er í lagi og fremur relevantar tekniskar og organisatoriskar trygdarfyriskipanir, við tí endamáli at verja tínar persónsupplýsingar móti óviðkomandi. Skift anonymiserar persónsupplýsingar í tann mun tað er møguligt.

Starvsfólk hjá skift hava undir ábyrgd í borgarligari revsilóg tagnarskyldu um upplýsingar um hvør sendir og tær post, og hvat í postinum er, bæði meðan tey arbeiða fyri Skift og eftir, at tey eru farin úr starvi.

Hvørjum lata vit persónsupplýsingar?

Skift letur í ávísan mun tínar persónsupplýsingar víðari til onnur. Skift letur eitt nú upplýsingar um teg víðari til almennar myndugleikar, tá ið hetta er álagt við lóg, t.d. til TAKS og aðrar myndugleikar til hagfrøðilig ella líknandi endamál.

Skift letur í ávísan mun eisini upplýsingar víðari um teg til uttanhýsis samstarvsfelagar, um vit hava ein lógarásettan rætt hesum viðvíkjandi ella um tú hevur givið títt samtykki til hetta.

Tað kann koma fyri, at Skift letur persónsupplýsingar um teg víðari til løgregluna ella aðrar myndugleikar um hetta er neyðugt í sambandi við rannsóknararbeiði í sambandi við brotsverk ella um vit annars hava skyldu at lata slíkar upplýsingar víðari eftir galdandi lóggávu ella myndugleikaavgerðum. 

Tá ið vit skulu menna okkara KT skipanir, hýsing og support, lata vit upplýsingar víðari um teg til dátuviðgerar. Í slíkum førum tryggja vit okkum altíð, at tíni rættindi eru vard, og at trygdarstøðið verður varðveitt í sambandi við hetta arbeiðið. Hetta verður gjørt við dátuviðgeraravtalum ella trúnaðaravtalum.

Leinkjur

Hendan dátuverndarkunning er galdandi eitt nú fyri upplýsingar, sum Skift viðger um teg á okkara talgildu pallum. Talgildu pallarnir hava onkuntíð leinkjur til aðrar heimasíður ella tænastur, ið Skift ikki hevur ræði á. Um tú trýstir á slíka leinkju til aðra heimsíðu ella tænastur, mæla vit til, at tú setur teg inn í meginreglurnar fyri viðgerð av persónsupplýsingum og upplýsingar um farspor, ið eru galdandi á hesum síðum.

Persónsupplýsingar viðvíkjandi børnum

Tænasturnar hjá Skift eru ikki ætlaðar børnum, og Skift savnar tískil sum meginregla ikki persónsupplýsingar um børn. Um tú ert eitt foreldur ella verji, og varnast at barnið hjá tær hevur givið okkum sínar persónsupplýsingar fara vit at heita á teg um at seta teg í samband við okkum. Um tú ynskir tað, so kanst tú heita á okkum um at fáa persónsupplýsingarnar um barni rættaðar ella strikaðar. Samskiftisupplýsingar hjá Skift síggjast niðanfyri.

Tíni rættindi

Sambært Dátuverndarlógini, kap. 4, hevur tú ávís rættindi í sambandi við okkara viðgerð av tínum persónsupplýsingum. Tú hevur eitt nú rætt til kunning um endamálið við viðgerðini. Um tú ynskir at útinna hesi rættindi, skalt tú seta teg í samband við Skift.

Rætturin til innlit

Tú hevur rætt til at fáa at vita, hvørjar persónsupplýsingar Skift hevur um teg.

Rætturin til at taka samtykki aftur

Um okkara viðgerð av tínum persónsupplýsingum er grundað á samtykki frá tær, hevur tú altíð rætt til at taka samtykkið aftur. Tá ið tú tekur samtykkið aftur, steðga vit viðgerðini av teimum persónsupplýsingum, sum var grundað á samtykkið.

Rætturin til rætting

Tú hevur rætt til at biðja um at fáa rættað persónsupplýsingar, sum eru rangar ella villeiðandi, soleiðis at vit ikki viðgera upplýsingar um  teg, sum eru skeivar ella ófullfíggjaðar.

Rætturin til striking

Í serligum føri hevur tú rætt til at biðja um at fáa strikað persónsupplýsingar, sum vit hava um teg. Rætturin er ikki treytaleysur, tá ávísir upplýsingar ikki mugu strikast grundað á aðra lóggávu, ella um avtala og ávíst endamál gevur Skift rætt til at varðveita og viðgera persónsupplýsingarnar.

Rætturin til viðgerðaravmarking

Í serligum føri hevur tú rætt til at biðja um at fáa viðgerðina av tínum persónsupplýsingum avmarkaða. Um treytirnar til viðgerðaravmarking eru loknar, kunnu vit einans viðgera tínar persónsupplýsingar í serligum førum.

Rætturin til mótmæli

Tú kanst átala, at persónsupplýsingar um teg verða viðgjørdar. Um átalan má metast heimilað, skulu persónsupplýsingarnar um teg ikki viðgerast. Tó kunnu upplýsingarnar møguliga framvegis nýtast til at viðgera onnur lóglig endamál.

Rætturin til at móttaka ella fáa upplýsingar fluttar

Tú hevur í ávísum føri rætt til at fáa persónsupplýsingar útflýggjaðar í einum skipaðum, vanliga nýttum og teldutøkum sniði. Um tað er tøkniliga gjørligt, hevur tú eisini rætt til at persónsupplýsingar um teg, verða fluttar frá einum dátuábyrgdara til ein annan.

Rætturin til at klaga

Um tú ert ónøgd/-ur við okkara viðgerð av tínum persónsupplýsingum, hevur tú altíð møguleika at klaga til Dátueftirlitið.

Tú finnur samskiftisupplýsingar hjá Dátueftirlitinum niðanfyri.

Um okkara viðgerð av tínum persónsupplýsingum er grundað á samtykki, hevur tú altíð rætt til at taka títt samtykki aftur og krevja, at upplýsingarnar verða strikaðar.

Samskiftisupplýsingar og kærumøguleiki

Tú ert altíð vælkomin at seta teg í samband við okkum, um tú hevur spurningar um tíni rættindi, og hvussu vit skráseta og brúka tínar persónsupplýsingar. Tú kanst seta teg í samband við okkum soleiðis:

Teldupostur: [email protected]

Sp/f Skift

Garðsgøta 17

160 Argir

Tlf.: +298 200 950

Um tú ynskir at kæra um okkara viðgerð av tínum persónsupplýsingum, kanst tú senda kæru inn til Dátueftirlitið:

Teldupostur: [email protected]

Dátueftirlitið

Postsmoga 300

Tinganes

110 Tórshavn

Tlf.: +298 309100